Ein uppliving fyri lívið

Ein uppliving fyri lívið
Fyri tveimum árum síðani tóku Derhard og Nikolina tríggjar mánaðir úr kalendaranum og fóru at ferðast saman við børnunum
 
09.10.2025 - 09:36

- Tú lærir hvønn annan at kenna upp á ein heilt annan máta.

Soleiðis sigur Nikolina Jákupsdóttir Matras.

Fyri skjótt tveimum árum síðani tóku hon og maðurin, Derhard Jógvansson, tríggjar mánaðir úr kalendaranum og fóru til Nýsæland at ferðast saman við báðum døtrunum.

- Okkum dámar væl at ferðast, og tað var soleiðis, at hetta árið høvdu vit bæði silvurbrúdleyp, og eg fylti 50 ár. So ístaðin at halda stórar veitslur valdu vit at fara hesa ferðina, sigur Derhard Jógvansson.

Tað var hann, sum fekk hugskotið, at familjan skuldi ferðast minimalistiskt.

- Eg helt, tað var spennandi og lætt, um vit bara høvdu ein ryggsekk hvør, sigur Derhard Jógvansson, sum tó ikki fekk undirtøku fyri hugskotinum alt fyri eitt.

- At byrja við var eg als ikki við upp á tað, tí tað tóktist vera heilt ómøguligt. Men so kom eg fram til, at tað kanska kundi verið stuttligt at roynt. Og tað vísti seg eisini, at tað var sera praktiskt at ferðast bara við einum ryggsekki hvør, sigur Nikolina Jákupsdóttir Matras.

Teir útvið tríggjar mánaðirnar familjan var úr skundmikla gerandisdegnum í Føroyum og upplivdi Nýsæland, fingu tey fýra eina uppliving, tey ongantíð gloyma.

- At vera so nógv saman sum familja í so langa tíð, tað ger nakað. Nú hava vit minnini úr Nýsælandi við okkum, og vit práta ofta um handan túrin, sigur Nikolina Jákupsdóttir Matras, og Derhard Jógvansson leggur afturat:

- Tí hava vit eisini avgjørt, at vit heilt víst skulu aftur á onkra longri ferð einaferð, sigur Derhard Jógvansson.

1768014

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098