Elias misti oddasessin - Vilhelm sjey mál í Hannover-sigri

Elias misti oddasessin - Vilhelm sjey mál í Hannover-sigri
Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel taptu oddadystin fyri Flensburg, meðan Vilhem Poulsen skeyt sjey mál, tá Hannover-Burgdorf vann á Eisenach
Elias Ellefsen á Skipagøtu hart trýstur av Johannes Golla í toppdystinum, sum Kiel tapti fyri Flensburg
Mynd: THW Kiel  
 
12.10.2025 - 11:06

Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel taptu oddadystin og norðurtýsku grannauppgerðina fyri Flensburg-Handewitt í gjár. 

Føroysku bakspælarin skoraði sjey mál og átti næstsíðstu hondina á øðrum seks, men eins og teir flestu hjá Kiel, misnýtti Elias Ellefsen á Skipagøtu eitt sindur ov ofta, og so fór Flensburg 26-34 sigri og oddasessinum í Bundesliguni.

Heimaliðið var omaná stóran part av dystinum. Kiel kom upp á tvey máls leiðslu fyri steðgin, men hon helt bert nakrar fáar minuttir inn í seinna hálvleik. Flensburg hevur nú 14 stig, meðan Kiel hevur 13.

 

 

Vilhelm skoraði sjey

Hannover-Burgdorf fekk tvey sera týðandi stig við 32-30 heimasigri á Eisenach. Vilhelm Poulsen spældi ein góðan dyst á bakkinum, og skoraði sjey ferðir upp á átta royndir.

Eftir hávlvánaliga byrjan hevur Hannover spælt seg upp á 11. plássið við seks stigum. Í næstum fer European League í gongd, so nógvir dystir vera at spæla hjá Vilhelmi Poulsen og teimum, áðrenn Golden League-venjingarkappingina um mánaðarskiftið.

Tá spæla Føroyar ímóti Hollandi, Norra og Danmark sum liður í upphitingini til EM-endaspælið í Oslo í januar.

Hákun West av Teigum og Füchse Berlin spæla sín dyst í 8. umfari í dag á heimavølli ímóti uppflytarunum úr Minden. Vinna revarnir hann koma teir upp á 3. plássi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Vágskálin
205823
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791