Tingfólk verða kunnað um Suðuroyartunnilin í dag

Tingfólk verða kunnað um Suðuroyartunnilin í dag
Sum skilst verður framløga av avgerðarnotati, sum lýsir tvær farleiðir, og framløga av kostnyttukanning
Tá skrivað varð undir semjuskjalið um Suðuroyartunnilin í Tinganesi fyri einum lítlum ári síðani.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.10.2025 - 11:49

Seinnapartin verður kunningarfundur í Tinganesi fyri tingfólki um Suðuroyartunnilin.

Upprunaliga skuldi fundurin vera fyri sonevndu tunnilsnevndini, har hvør flokkur hevur tvey umboð. Men fríggjadagin kom innbjóðing til øll tingfólk um at møta til  innanhýsis fund í Tinangesi. Sum skilst verður framløga av avgerðarnotati, sum lýsir tvær farleiðir, og framløga av kostnyttukanning.

Í novembur í fjør varð semja undirritað av umboðum fyri allar politiskar flokkar á løgtingi.

Í semjuskjalinum varð avtalað, at undirsjóvartunnil skuldi gerast millum Djúpadal norðan fyri Skarvanes og Sandvik í Suðuroy, við møguleika at knýta Skúgvoy upp í tunnilin seinri.

 

Sum skilst verður nýggja farleiðin um tunnil av Sandi, sum skal koma upp í Skúgvoy og viðari til Sandvíkar, løgd fram á kunningarfundinum í dag. 

 

Øðrvísi linjuføring

Men longu, tá lógaruppskotið um Suðuroyartunnil var til almenna hoyring, vóru sjónarmið frammi um, at ein Suðuroyartunnil skuldi hava eina øðrvísi linjuføring. Skotið varð upp at gera tunnil av Sandi, sum so kundi koma upp í Skúgvoy, og so víðari til Sandvíkar.

Lógaruppskot kom í løgtingið í mars í ár, og tá bar ikki til at fáa málið samtykt. Viðurskifti, ið vórðu viðgjørd í Løgtinginum, vóru m.a. linjuføring og trygd í tunlinum. Málið datt burtur, tá nýggj tingseta byrjaði á ólavsøku.

Løgmaður gjørdi í juni avtalu við politisku forfólkini og politiska fylgibólkin um m.a. at gera avgerðarnotat, ið lýsir tvær farleiðir.

Tá tilfarið er framleitt, verður politisk støða tikin, stendur í tilfarinum til ólavsøkufrágreiðing løgmans í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938