Virðislønir Norðurlandaráðsins 2025: Her eru allir vinnararnir

Virðislønir Norðurlandaráðsins 2025: Her eru allir vinnararnir
Føroyingar vunnu tvær av fimm virðislønum hjá Norðurlandaráðnum. Yrkingasavnið "Svørt orkidé" eftir Vónbjørt Vang, og filmurin "Seinasta paradís á jørð" eftir Sakaris Stórá
 
21.10.2025 - 11:00

Norðurlandaráðið hevur júst kunngjørt allar vinnararnar av virðislønum Norðurlandaráðsins 2025. 

Tað gleðiliga er, at tvey føroysk verk eru millum ársins bestu avrik á norðurlendska mentanarpallinum, yrkingasavnið "Svørt orkidé" eftir Vónbjørt Vang og filmurin "Seinasta paradís á jørð" eftir Sakaris Stórá. 

Umframt hesar virðislønirnar, so hevur Norðurlandaráðið eisini latið tríggjar aðrar virðislønir. 

Her er eitt samlað yvirlit:

 

Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 verður latin yrkingasavninum "Svørt orkidé" eftir Vónbjørt Vang úr Føroyum.

Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 verður latin myndabókini "Ingen utom jag" eftir Saru Lundberg úr Svøríki.

Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 verður latin føroyska filminur "Seinasta paradís á jørð" eftir filmsleikstjóran og leikritahøvund Sakaris Stórá, leikritahøvundarnar Mads Stegger og Tommy Oksen og framleiðaran Jón Hammer. Filmurin er ein føroysk-donsku samframleiðsla. 

Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 verður latin íslendska klaverleikaranum Víkingur Ólafsson.

Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 verður latin Grønne Nabofællesskaber úr Danmark. 

 

Við heiðrinum fylgja eisini 300.000 krónur

Umframt Vónbjørt Vang og Sakaris Stórá, ið vunnu, so var Brimheim tilnevnd til tónleikavirðislønina, meðan Elin á Rógvi, høvundur, og Silja Eystberg, myndlistakvinna, vóru tilnevndar til Barna- og ungdómsbókavirðislønina fyri "Fornt". Hugla var í uppskoti til umhvørvisvirðislønina. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044