Eyskarið hjá elsta føroyska bátinum er funnið

Eyskarið hjá elsta føroyska bátinum er funnið
Burturblivið eyskar av elsta føroyska bátinum er komið undan kavið aftur og er nú at síggja saman við tíggjumannafarinum Hvanngarður hjá Syðrugøtumonnum
 
22.10.2025 - 23:15

Í mai mánaði kom Hvanngarðurin, tíggjumannafarið hjá Syðrugøtumonnum, við vælvild úr Noregi aftur til Eysturkommunu, har hann nú stendur á Báta- og listasavninum.

Saman við Hvanngarðinum komu fleiri aðrir lutir, ið hoyra til ein róðrarbát,men einki eyskar.

Eyskarið var blivið burtur á Norsk Maritimt Museum, hóast fólk á Bátasavninum vistu, at eyskarið hevði verið til stutt frammanundan.

Hetta av tí, at Andrass Joensen, bátasmiður ættaður av Húsum, fyri gott 10 árum síðani var í Noregi fyri at taka mát av bátinum og eisini av eyskarinum.


Camilla Nordeng, Norsk Folkemuseum, vísir eyskarið fram fyri Astrid Johannessen, mentanar- og ferðavinnuleiðari, í Eysturkommunu
 

Funnið í norskari goymslu

Tí var tað gleðiligt, tá boðini fyri stuttum komu, at nú var eyskarið funnið á einari goymslu.

Mánadagin var umboð úr Eysturkommunu í Oslo á Norsk Maritimt Museum at avheinta eyskarið, ið sjálvandi skal vísast fram saman við Hvanngarðinum.

Eyskarið – og Hvanngarðurin – eru at síggja á Báta- og listasavninum í Leirvík.

Dagur og vika var á staðnum, tá elsti føroyski báturin kom heimaftur. 

 

27052025_dv_Elsti_foroyski_baturin_komin_heim

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576