MTV í Evropa verður sløkt

MTV í Evropa verður sløkt
Um ársskiftið verða allar fimm tonleikarásirnar hjá MTV í Evropa sløktar
 
24.10.2025 - 10:49

Most wanted, Headbanger´s ball og Beavis and Butthead.

Í 80unum og 90unum vóru hesar millum mest populeru sendingar á tónleikarásini MTV.

Umframt hesar eyðkendu sendingarnar blivu videoløg hjá Guns N´ Roses, Radiohead, Madonna, REM og fleiri øðrum spæld alt samdøgrið.

Seinastu árini hevur tónleikurin tó fylt lítið og einki á MTV. Rásin, sum annars hevði stóra ávirkan á tónleika- og poppmentanina. Ístaðin hava ymiskar realityrøðir verið at sæð á MTV.

Men um ársskiftið verða allar fimm tonleikarásirnar hjá MTV í Europa sløktar.

Eftir verður bert tann eina rásin - høvuðsrásin MTV Channel, sum leggur størstan dent á reality sjónvarp heldur enn tónleik.

Og tað er ein stór broyting, tí MTV hevur útvið 40 ár á baki. 

MTV byrjaði í USA í 1981 og kom til Evropa í 1987.

Í morgunsendingini hugleiða Niels Uni Dam og Siri S. Hansen um tíðina, tá tey hugdu at sjónbandaløgum á MTV.

1771967

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290