Sera stórur áhugi fyri Klokkaranum frá Notre Dame í Norðurlandahúsinum

Sera stórur áhugi fyri Klokkaranum frá Notre Dame í Norðurlandahúsinum
Talan er um Disney-sangleikin, ið snýr seg um einsama klokkaran Quasimodo, ið livir í duldum í torninum í Notre Dame kirkjuni
Maria á Lakjuni Djurhuus, Borgfríð Fonsdal Johannesen og Jákup Veyhe
Mynd: Gunnar Nolsøe  
 
27.08.2026 - 12:28

"Hetta er ein ein stór avbjóðing", sigur Jákup Veyhe, leikstjóri, sum leggur afturat, at "talan er um eitt fýrakantsdrama við óalmindiliga nógvum dramatikki, bæði í spæli og tónleiki".

"Tað eru eini tvey ár síðani, vit fingu hugskotið at seta sangleikin upp", sigur Borgfríð Fonsdal Johannesen. "Fyrst var ætlanin, at bara vit trý - Bergur, Aksel og Borgfríð, skuldu gera leikin, men síðani gjørdist greitt, at neyðugt var við tveimum leikarum afturat. Og hetta hevur eisini verið ein logistisk avbjóðing, tí flestu okkara búgva í ymiskum londum."

"Leiklistin er nýggj fyri mær, so tað hevur verið ein avbjóðing, samstundis sum vit skulu bera nógvar leiklutir á palli", sigur Maria á Lakjuni Djurhuus, sum heldur, at "við tað at vit bara eru fimm á palli, skulu vit eisini spæla ljóðføri, ið ikki eru okkara høvuðsljóðføri, og tað er bæði avbjóðandi og spennandi."

Sangleikurin vendir sær til alla familjuna, og leiksýningin er grundað á kenda Disney-filmin frá 1996, sum í sær sjálvum tekur støði úr klassisku skaldsøguni eftir Victor Hugo frá 1831. Tónaskaldið Alan Menken, sum eisini er kendur fyri tónleikin í m.a. Aladdin, Beauty and the Beast og The Little Mermaid, hevur gjørt løgini.

Klokkarin frá Notre Dame verður frumsýndur fríggjakvøldið 4. september klokkan 19:30.

Leikarar
Aksel Remmel: Phoebus, útbúgvin á kongaliga danska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn
Ári Berghamar Danielsen: Clopin, útbúgvin á kongaliga danska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn
Bergur Fonsdal Johannesen: Frollo, útbúgvin á The Academy of Performing Arts í Prag
Borgfríð Fonsdal Johannesen: Quasimodo, útbúgvin á Institute of the Arts í Barcelona
Maria á Lakjuni Djurhuus: Esmeralda, útbúgvin á jútska musikkonservatoriinum í Aarhus

Kreativa toymið
Leikstjóri: Jákup Veyhe
Pallsmíð: Sámal Blak
Ljóssnið: Súni Joensen
Ljóðsnið: Baldur Kampmann
Leikbúnar: Anna Kristin Bæk
Týðing: Birgit Remmel
Kórleiðari: Cinthia González Parada
Koreografur: Jakub Peśek
Plakat: Pep Herrera

Tú kanst hoyra samrøðuna við Jákup Veyhe, Borgfríð Fonsdal Johannesen og Mariu á Lakjuni Djurhuus her!

1828970
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572