ES-londini seta sær nýggj mál fyri veðurlagsútlát

ES-londini seta sær nýggj mál fyri veðurlagsútlát
Semja er um avtalurnar fyri 2040 eftir harðar samráðingar í Brússel
Danmark hevur løtuni formansskapin í ES. Lars Aagaard, ráðharri í veðurlagsmálum, stóð á odda fyri samráðingunum um nýggju málini fyri veðurlagsútlát.
Mynd: Yves Herman/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.11.2025 - 15:12

ES-londini eru vorðin samd um nýtt mál fyri 2040 um at minka veðurlagsútlátið. 

Tað boðar ES frá í morgun.

Semja er um avtalurnar eftir sera harðar samráðingar í Brússel seinasta samdøgrið. 

Limalondini í ES fáa eisini møguleika at gera skipanina við útláti smidligari.

- Við nýggju avtaluni kunnu lond keypa útlendskar veðurlagskvotur, sum røkka upp í fimm prosent av málinum um at minka útlátið 90 prosent.

 

Skerja 85 prosent

Tað sigur danski veðurlagsráðharrin, Lars Aagaard, sum stóð á odda fyri samráðingunum.

Hetta merkir í roynd og veru, at ídnaðurin í Evropa bert skal skerja útlátið 85 prosent.

ES samtykti eisini at umhugsa møguleikan at nýta altjóða veðurlagskvotur til at fevna um fimm prosent aftrat av niðurskurðinum í útlaninum fyri 2040, sigur Lars Aagaard. 

Eisini var semja um veðurlagsmál fyri 2035. Tey verða kunngjørd á COP30-fundinum, sum byrjar í morgin í Brasil, og endar 21. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044