Russland hóttir við at steingja marknaðir fyri føroyskum vørum

Russland hóttir við at steingja marknaðir fyri føroyskum vørum
Formaðurin í Uttanlandsnevndini sigur, at nevndin letur seg ikki hótta. Álitið um revsitiltøk móti russiskum skipum kemur í næstu viku
Spurningurin um at seta revsitiltøk móti russiskum fiskiskipum hevur fingið russiskar myndugleikar at hótta Føroyar. Melkart-2 er eitt av skipunum, sum fiskar undir Føroyum.
 
07.11.2025 - 13:15

Russisku myndugleikarnir hótta nú við, at tað fær avleiðingar fyri Føroyar, um revsitiltøk verða sett í gildi móti russiskum fiskiskipum.

Ilja Sjestakov, leiðari fyri russiska fiskivinnu-agenturið, sigur seg vóna, at løgtingið fer at taka "ta røttu avgerðina." 

Tað skrivar russiska tíðindastovan, RIA Novosti.

Víðari sigur Ilja Sjestakov, at um Føroyar forða nøkrum russiskum skipum at fiska við Føroyar, so noyðist Russland at steingja sín marknað fyri føroyskum vørum.

- Vit hava alment ávarað Føroyar um møguligar avleiðingar av at seta revsitiltøk í verk. Vit vóna, at Føroya løgting tekur røttu avgerðina, sum ikki órógvar verandi samstarv millum londini á fiskiveiðuøkinum, sigur Ilya Shestakov sambært RIA Novosti.

 

Vildi sleppa í Uttanlandsnevndina

Herfyri bað annað av russisku reiðaríunum, sum landsstýrið vil seta á svartalista í Føroyum, um loyvi at tala sína sak í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum.

Í átta síður drúgvum skrivi til nevndina sigur advokaturin hjá Norebo, at eingi prógv eru fyri teimum uppáhaldum um ólógligt virksemi, ið ES hevur ført fram móti reiðarínum, og onnur lond síðani hava tikið undir við.

Norebo sleppur ikki at tala sína sak í Uttanlandsnevndini. Reiðaríið hevur tó fingið eitt skriv frá nevndini, har víst verður á, at teirra sjónarmið verða tikin við í viðgerðina. 

 

Bjarni Hammer.

 

Lata seg ikki hótta

Bjarni Hammer, formaður í Uttanlandsnevndini, sigur, at nevndin letur seg ikki hótta.

Hann sigur, at nevndin hevur ongan møguleika at eftirkanna, um hald er í hóttanini,

Uttanlandsnevndin skrivar nú álit í málinum, og tað verður væntandi lagt fyri tingið í næstu viku.

Hoyr samrøðu við Bjarna Hammer í útvarpstíðindunum:

 

07112025_Bjarni


Rætting, kl.15:34   Í greinini stendur, at Ilja Sjestakov, leiðari fyri russiska fiskivinnu-agenturið, sigur at um Føroyar forða nøkrum russiskum skipum at fiska við Føroyar, so noyðist Russland at steingja sín marknað fyri føroyskum vørum. Tað er ikki rætt, sambært upprunakelduni RIA Novosti. Sjestakov er bara endurgivin í samband við sjálvt fiskiveiðusamstarvið millum Russland og Føroyar. Hin parturin, hóttanin um innflutningsbann fyri føroyskar vørur, vísir aftur til líknandi støðu í 2023. Herfrá verður ein parallellur drigin til dagin í dag. Og tað er her, at feilurin í okkara grein eisini er íkomin. Haldið okkum til góðar!   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. apríl
Serfrøðingurin um ítróttarskaðar
207416
Mikudag 22. apríl
Skratsj 22. apríl 2026
207404
Mikudag 22. apríl
Orðaval #35: Móðurmálsdagurin
207393
Mikudag 22. apríl
Morgunlestur mikudagur 22.apríl 2026
207136
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325