Blokkurin verður viðgjørdur á tingi í dag

Blokkurin verður viðgjørdur á tingi í dag
Landsstýrið og danska stjórnin eru samd um, at næstu trý árini verður ríkisveitingin prístalsviðgjørd
Blokkurin skal viðgerðast á tingi í dag
 
04.12.2013 - 09:11

 

Blokkurin næstu trý árini verður viðgjørdur á tingfundinum í dag.

Landsstýrið og danska stjórnin eru vorðin samd um, at ríkisveitingin í 2014, 2015 og 2016 verður tann sama sum í ár, men tó prístalsviðgjørd hvørt ár sambært danska prístalinum.

Blokkurin verður 635,4 mió. kr. næsta ár, 3,2 mió. kr. størri enn í ár.

 

Fyri í fólkatinginum

Fólkatingið hevur longu havt fyrstu viðgerð. Har tóku allir flokkar undir við uppskotinum.

Uppskotið um ríkistveitingina er nú í Føroyanevndina, sum skal vera liðug við sítt álit í dag. Onnur viðgerð verður í fólkatinginum hósdagin í næstu viku og triðja viðgerð 17.desember.

Níggju onnur mál eru á dagsskránni fyri løgtingsfundin í dag, sum verður settur klokkan 11.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756