Bú- og heimatænastan í Suðuroy hevði fýra milliónir í halli

Bú- og heimatænastan í Suðuroy hevði fýra milliónir í halli
Fimm kommunur skulu gjalda, og tvær kommunur fáa pengar aftur
Tvøroyrar kommuna, sum er størsta kommuna í oynni, ber 37 prosent av rakstrarkostnaðinum hjá Bú- og heimatænastuni. (Savnsmynd)
 
12.11.2025 - 13:08

Bú- og heimatænastan í Suðuroynni hevði slakar fýra milliónir krónur í rakstrarhalli í fjør.

Fimm kommunur, Tvøroyri, Fámjin, Hov, Hvalba og Sumba, skulu gjalda.

Hinar báðar, Vágs kommuna og Porkeris kommuna, hava goldið ov nógv og fáa tí pengar aftur.

Inntøkurnar hjá Bú- og heimatænastuni vóru góðar 80,5 mió. kr. í fjør.

 

Lønarútreiðslurnar eru 80 prosent

Starvsfólkakostnaðurin var 64,5 mió. kr, 80 prosent av øllum útreiðslum hjá samstarvinum.

Tvøroyrar kommuna, sum er størsta kommuna í oynni, ber 37 prosent av rakstrarkostnaðinum.

Hon eigur tí góðar 2,1 millión av hallinum í fjør.

Tað verður fíggjað við eykajáttan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985