Føroyskir og grønlendskir fólkatingslimir skulu ikki fáa farloyvi við løn

Føroyskir og grønlendskir fólkatingslimir skulu ikki fáa farloyvi við løn
Danmarksdemokratarnir arbeiða við einum uppskoti, sum eisini fær stuðul frá SF
Fólkatingslimir úr Grønlandi og Føroyum, sum eisini eru í landstinginum ella løgtinginum, eiga ikki at fáa farloyvi við løn úr fólkatinginum fyri at vera í landstinginum ella løgtinginum, halda Danmarksdemokratarnir.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.11.2025 - 09:28

Flokkurin Danmarksdemokratarnir fer at koma við uppskoti um, at fólkatingslimir úr Grønlandi og Føroyum, sum eisini eru í landstinginum ella løgtinginum, eiga ikki at fáa farloyvi við løn úr fólkatinginum fyri at vera í landstinginum ella løgtinginum.

Tey eiga ikki at fáa dupulta løn, heldur flokkurin.

Karina Adsbøl, sum er í formansskapinum í fólkatinginum fyri Danmarksdemokratarnar, sigur, sambært Ritzau, tað ikki vera rætt at brúka skattapeningin soleiðis.

SF tekur undir við Danmarksdemokratunum.

 

Karina Adsbøll. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Lógarbroyting á veg

Ritzau skrivar, at í Føroyum er lógarbroyting á veg, sum fer at gera, at eftir næsta løgtingsval fer ikki at bera til at fáa farloyvi við løn frá løgtinginum fyri at vera í fólkatinginum.

Í Grønlandi letur landstingið ikki fólki, sum fer í fólkatingið, farloyvi við løn.

Aki-Matilda Høegh-Dam, sum er vald í fólkatingið, er í farloyvi haðani, og fær eisini løn úr fólkatinginum.

Hon er í landstinginum. Elvira Kûitse er í fólkatinginum fyri Aki-Matilda Høegh-Dam.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392