Niels Juel Arge fer frá sum strandferðslustjóri

Niels Juel Arge fer frá sum strandferðslustjóri
Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðari á SSL, tekur við sum virkandi stjóri
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið og Niels Juel Arge vorðin samd um, at Niels Juel Arge fer úr starvi sínum sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins. 
 
17.11.2025 - 15:44

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið og Niels Juel Arge eru í dag vorðin samd um, at Niels Juel Arge fer úr starvi sínum sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins. 

Tað upplýsir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið.

Niels Juel Arge er fríttstillaður frá í dag, men hann skal skal tó vera til taks at svara fyrispurningum, sum kunnu stinga seg upp, m.a. í sambandi við, at stjóraskifti fer fram á Strandfaraskipum Landsins, sigur Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið.

Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðari á SSL, tekur við sum virkandi stjóri.

Niels Juel Arge hevur verið stjóri á Strandferðsluni síðani 1. november í 2022. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454