Landsroynd í náttúru og tøkni í fjórða flokki verður tikin av

Landsroynd í náttúru og tøkni í fjórða flokki verður tikin av
Uppskot um at broyta fólkaskúlalógina er sent til hoyringar
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.
 
21.11.2025 - 15:41

Ein landsroynd í fjórða flokki í fólkaskúlanum skal strikast.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, ætlar at taka av landsroyndina í náttúru og tøkni í fjórða flokki.

Uppskot er gjørt um at broyta fólkaskúlalógina. Tað er sent til hoyringar.

Endamálið við uppskotinum er, at undirvísingin í náttúru og tøkni í fjórða flokki meira skal byggja á upplivingar, verkligt arbeiði og kanningar, sum eru grundarlagið undir lærugreinini.

 

Kann taka ov nógva tíð

Landsroynd longu í fjórða flokki kann taka ov nógv av tíðini frá tí praktiska og kannandi arbeiðinum, sum skal vekja forvitni og menna náttúruvísindaligar arbeiðshættir hjá næmingunum, sigur landsstýrismaðurin. 

Hetta er eisini í samsvari við tilmæli hjá Fólkaskúlaráðnum, sum kom í oktober í fjør.

Í sambandi við fyrireikingina hevur málið verið til undanhoyringar hjá viðkomandi pørtum, og flestu teirra tóku undir við ætlanini, stendur í tíðindaskrivi frá Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum.

Les uppskotið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609