Landsstýrismaðurin: Ber ikki til at hava umval á einum valstaði

Landsstýrismaðurin: Ber ikki til at hava umval á einum valstaði
Borgarstjórin í Runavíkar kommunu hevur sett spurnartekn við umvalið í kommununi, men Bjarni K. Petersen sigur, at eingin heimild er at útskriva val á einum einstøkum valstaði
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógar- og kommunumálum.
 
25.11.2025 - 13:26

Kommunur rinda fyri kommunuval. 

Og tað ber heldur ikki til at hava umval bara á einum valstaði. 

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, nú borgarstjórin í Runavíkar kommunu hevur sett spurnatekn við avgerðina at lýsa umval i Runavíkar kommunu.

 

Tórbjørn Jacobsen. (Mynd: Runavíkar kommuna)

 

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, almannakunngjørdi í gjár eitt skriv, stílað til løgmann og til landsstýrismannin í lógar- og kommunumálum.

Hann vísir á, at kommunur rinda fyri reglulig val, tað veri seg kommunuval, løgtingsval og fólkatingsval. Men í hesum førinum er tað Løgmálaráðið, sum ásetir eitt óregluligt val, og tí spyr hann, um tað verður Løgmálaráðið sum skal rinda fyri útreiðslurnar av tí.

Bjarni Kárason Petersen sigur, at sambært lógini rinda kommunur útreiðslurnar, sum standast av at hava val.

Les bræv frá Løgmálaráðnum til Runavíkar kommunu her. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

25112025_Bjarni_og_umval


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527