Samráðast aftur um frið í Ukraina

Samráðast aftur um frið í Ukraina
Donald Trump, forseti, sigur nú, at freisin at koma við svari er, tá kríggið er endað
Frá samráðingunum í Geneve í Sveis um vikuskiftið. Nú samráðingarnar eru tiknar uppaftur, eru tær í Abu Dabi.
Mynd: Emma Farge/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
26.11.2025 - 08:32

Hóast vónirnar um frið í Ukraina millum ukrainar eru avmarkaðar, serliga eftir russisku álopini í gjárkvøldið og í nátt, eru samráðingarnar byrjaðar aftur.

Nú er tað tó ikki í Sveis, men í Adu Dabi á arabisku hálvoynni, skrivar danska kringvarpið.

Eftir fundirnar í Sveis um vikuskiftið vóru russar misnøgdir, kanska serliga, tí farið varð frá amerikonsku ætlanini, sum gav russum nógv av tí, sum teir vildu hava, til evropeisku ætlanina, sum gevur ukrainum meira at arbeiða við.

Tá samráðingarnar í Sveis byrjaðu, var tað eitt krav frá amerikanska forsetanum, at partarnir skuldu koma við einum svari í seinasta lagi í morgin. Men sambært norska kringvarpinum sigur forsetin nú, at freistin fyri hann er, tá kríggið er endað.

 

Eftir ætlan fer amerikanski sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, at hitta Vladimir Putin, forseta, í næstu viku. Henda myndin er frá vitjan hansara í Moskva í august. (Mynd: Gavriil Grigorov/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Um midnáttarleitið segði Donald Trump, forseti, journalistum umborð á Air Force One, at hann ætlar, at serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, skal hitta russiska forsetan, Vladimir Putin. Amerikanski forsetin vónar og væntar, at hesin fundurin verður í næstu viku.

Hóast partarnir aftur eru farnir til samráðingarborðið, so er greitt, at framvegis er einki gjørt við størstu knútarnar í samráðingunum. Tað eru viðurskiftini um ukrainsku økini, sum russar hava hertikið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373