Jakarta er nú fólkaríkasti býur í heiminum

Jakarta er nú fólkaríkasti býur í heiminum
Níggju av tíggju teimum størstu býunum í heiminum eru í Asia
42 milliónir fólk búgva nú í Jakarta, sum er heimsins fólkaríkasti býur.
Mynd: Shutterstock.com  
 
26.11.2025 - 08:43

Jakarta, sum er høvuðsstaður í Indonesia, er nú fólkaríkasti býur við umleið 42 milliónum íbúgvum.

Tað vísir ST-frágreiðingin, sum ber heitið World Urbanization Prospects 2025.

Næsti býurin á listanum er Dhaka, sum er høvuðsstaður í Bangladesj. Har búgva 37 milliónir fólk. Japanski høvuðsstaðurin Tokyo er á triðjaplássi við 33 milliónum íbúgvum.

 

Størstu býirnir eru í Asia

Níggju av tíggju teimum størstu býunum í heiminum eru í Asia. Tann einasti, sum ikki er í tí heimspartinum, er Kairo, sum í løtuni liggur á sjeynda plássi við sløkum 26 milliónum íbúgvum.

Framrokningar hjá ST vísa, at Dhaka um 25 ár fer at taka heitið sum heimsins fólkaríkasti býur frá Jakarta. Teir fara báðir at hava umleið 52 milliónir íbúgvar. ST væntar, at Shanghai tá verður nummar trý við 35 milliónum íbúgvum.

 

Ferfaldað síðani 1975

ST-frágreiðingin sigur, at talið av risastórum býum ferfaldaðist úr átta í 1975 upp í 33 í ár. Av teimum eru 19 í Asia.

Framrokningin vísir, at hetta talið verður 37 í 2050, tá Addis Ababa í Etiopia, Dar es Salaam í Tansania, Hajipur í India og Kuala Lumpur í Malaysia fara upp um markið, sum er 10 milliónir íbúgvar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373