Skúlin á Trøðni ikki nøktandi umstøður

Skúlin á Trøðni ikki nøktandi umstøður
Barnanna Umboðsmaður hevur gjørt eina frágreiðing um ymisk viðurskifti, sum ikki eru nøktandi á Skúlanum á Trøðni. Og skúlastjórin á skúlanum er púra samd
27.11.2025 - 19:26

Løgtingsins umboðsmaður, sum eisini er Barnanna umboðsmaður, hevur latið ein frágreiðing um viðurskifti á Skúlanum á Trøðni, sum ikki eru nøktandi. Skúlastjórin, Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim, er púra samd við tí sum stendur í frágreiðingini

Í frágreiðingini verður nevnt, at ljóðviðurskiftini, læruætlanir, fráfaringarskjøl og flutningsmøguleikar skuldu betrast. 

Ljóðviðurskiftini eru ikki nøktandi, tí tað er nógv afturljóð (ekkó) í øllum skúlanum. Stjórin sigur, at teir flestu næmingarnir eru ljóðviðkvæmir, og aðrir larma, og tí er tað ein stórur trupulleiki við afturljóðinum. "Tað er soleiðis í teimum flestu hølunum." 

Avleiðingarnar kunnu vera at man fær tinitus, hoyritrupulleikar og stress, sigur hon. 

Eisini hevur skúlin ein buss, tey brúka til útferðir, men hann er ikki egnaður til børn sum sita í koyristóli. Fleiri av næmingunum sita í koyristóli, og tí má bussurin so nærum byggjast um, tá tey skulu túr. "Tað er ein forðing, at vit ikki kunnu avgerða at fara túr og so fara avstað alt fyri eitt."
 

Betra um umstøðurnar
Fyri skúlastjóran, er tað týdningarmikið at viðurskiftini koma í rættlag, tí skúlin er týdningarmikil fyri næmingarnar og teirra avvarðandi. "Vit hava børn, sum koma glað í skúla hvønn dag, sum ikki hava tímað at gingið í skúla áður. Tey høvdu verið fyri stórum vanbýti í vanligu fólkaskúlunum og tí hevur skúlin stóran týdning fyri næmingarnar og foreldrini."


Fríðbjørg hevur bert verið skúlastjóri  síðani august í ár, men hevur líka síðani arbeitt við ljóðviðurskiftunum, læruætlanum og fráfaringarskjølum. Tey vita ikki nær tað ber á mál, men hon vónar at tað er skjótast gjørligt. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497