Veiðigjaldslógin skal leggja upp fyri støðuni hjá reiðaríum

Veiðigjaldslógin skal leggja upp fyri støðuni hjá reiðaríum
Tingfólk í samgongu og andstøðu siga, at eftir verandi skipan verða øll vigað á somu vágskál, og tey, sum fiska lítið, rinda lutvíst meira enn tey, sum fiska nógv
Katrin Jóhanna er eitt av uppsjóvarskipunum. Tingfólk í samgongu og andstøðu mæla nú til at broyta veiðigjaldslógina, so munur verður gjørdur á rættindahavarum, sum hava stóra og lítla kvotu.
 
19.12.2025 - 08:51

Tingfólk í samgonguni og í andstøðuni hava biðið landsstýrið broyta veiðigjaldslógina.

Tey vilja hava lógina broytta, so hon leggur upp fyri støðuni og kvotanøgdini hjá rættindahavarunum.

Tey siga, at góðska og prísur fylgjast sum oftast.

Verandi skipan ger, at øll vera vigað á somu vágskál, sum er miðalprísurin.

Tann, sum hevur 5.000 tons, kann ikki gagnnýta sítt skip eins skynsamt sum tann, sum hevur 50.000 tons.

Stutt sagt, tað kostar meira at fiska eitt kilo hjá teimum smáu enn hjá teimum stóru. 

Tá avreiðingarprísur heldur enn avlop verður brúktur sum vágskál, rinda tey, sum fiska lítið, lutvíst meira enn tey, sum fiska nógv, siga tey fimm tingfólkini Erhard Joensen, Uni Holm Johannesen, Jacob Vestergaard, Annika Olsen og Bjarni Kárason Petersen.

Les uppskotið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221