Mjällby vil rinda sjey milliónir fyri Áka

Mjällby vil rinda sjey milliónir fyri Áka
Alt bendir á, at Áki Samuelsen verður seldur fyri sjey milliónir krónur til Mjällby. HB fær tíggju prosent av søluni, men formaðurin undrast
Áki Samuelsen í dysti fyri HB, sum fær ágóðan av søluni
 
19.12.2025 - 15:13

Føroyski U21-landsliðsspælarin, Áki Debes Samuelsen, er í løtuni til læknaroynd hjá svensku meistarunum, Mjällby. Nettavisen skrivar, at prísurin fyri 21 ára gamla føroyingin er um sjey milliónir krónur, ella 11 milliónir norskar krónur.

Áki Samuelsen bleiv seldur til norska Ranheim frá HB í fjør. Prísurin tá var um 450 túsund krónur, umframt at HB skuldi fáa tíggju prosent av eini víðari sølu. Passar prísurin, sum Nettavisen skrivar, so fær HB áleiði 700 túsund krónur afturat. Hetta merkir samstundis at virðið á Áka Samuelsen er meiria enn tíggjufalda síðani skifti til OBOS-liguna í Norra.

- Nú veit eg bara tað, sum miðlarnir skriva, men tað kann undra meg, at ein spælari kann fara so langt upp í virði upp á eitt ár. Eg havi sagt tað fyrr, og kann gott siga tað, eg haldi at føroysk feløg duga ov illa at seta prís á sínar spælarar, sigur Ransin N. Djurhuus, formaður í HB.

Hann gleðist um, at ein spælari hjá HB er komin víðari í altjóða fótbólti, men heldur eisini at tíðin er komin til at endurskoða hvussu føroyskir spælarar verða virðismettir. Hann vísur eisini á, at Wisla Plock skal hava fingið eitt boð upp á 22 milliónir krónur fyri 25 ára gamla føroyska landsliðsmiðverjan, Andrias Edmundsson.

Mjällby vann púra óvæntað svenska meistaraheitið í farna kappingarári. Liðið skal nú luttaka í Champions League og kemur sannlíkt í eitt evropiskt deildarspæl til komandi kappingarár. Nettavisen skrivar, at Áki Debes Samuelsen í løtuni er til læknaroynd, og at skiftið væntast at verða kunngjørt ein av komandi døgunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985