Ikki ráð til tunnilsdagar í Eystur- og Sandoyartunlum

Ikki ráð til tunnilsdagar í Eystur- og Sandoyartunlum
Skal tað vera ókeypis at koyra í hesum báðum tunlunum, má landsstýrið rinda ferðsluveðhald, sigur stjórin í tunnilsfelagnum
Tað verður ikki í bræði, at ókeypis tunnilsdagar vera í Eystur- og Sandoyartunlum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.12.2025 - 12:20

Eingin ætlan er at hava tunnilsdagar við ókeypis koyring í Eysturoyartunlinum og í Sandoyartunlinum. 

Tað hevur bara verið ókeypis at koyra eina ferð í hesum báðum tunlunum. Tað var, tá ið teir lótu upp í 2020 og í 2023, men skipanin við tunnilsdegi í Vága- og Norðoyatunlunum heldur fram. 

 

Uni Danielsen er stjóri í tunnilsfelagnum. 

 

- Vit hava ikki ráð til ókeypis ferðslu nýggju tunlunum. Skal tað vera ókeypis ferðsla, má ferðsluveðhaldið hjá landinum rinda, sigur Uni Danielsen, stjóri í tunnilsfelagnum.

 

22122025_Tunnilsdagar


Næsta ár verður ókeypis at koyra í Vágatunlinum 21. februar og 22. august, og í Norðoyatunlinum verður ókeypis koyring 28. februar og 26. september. 

Og báðir tunlarnir hava eisini ókeypis koyring 2. mai og 12. desember.

Lánini í Vága- og Norðoyatunlinum eru goldin, og tær 20 krónurnar, sum tað kostar at koyra aftur fram, fara til rakstur og viðlíkahald. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858