Stongda fýrverkssølustaðið latið uppaftur

Stongda fýrverkssølustaðið latið uppaftur
Í gjár var eitt fýrverkssølustað stongt, tí at Arbeiðs- og brunaeftirlitið ikki metti, at viðurskiftini vóru í lagi. Men longu í morgun vóru viðurskiftini komin í rættlag
 
29.12.2025 - 13:39

Síðan í gjár hava Arbeiðs- og brunaeftirlitið gjørt eftirlit við fýrverkssølustøðum kring landið. Og í morgun visti løgreglan at siga frá, at eitt slíkt sølustað var blivið stongt í gjár, tí at Arbeiðs- og brunaeftirlitið ikki metti, at viðurskiftini vóru í lagi. Hvørki løgreglan ella Arbeiðs- og brunaeftirlitið vil siga, hvat sølustað, ið talan er um.

Asbjørn Østerø, eftirlitsfólk hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, hevur tó upplýst fyri Kringvarpinum, at longu tíðliga í morgun vóru viðurskiftini í lagi, og at frá í dag aftur hevur loyvi til at selja aftur.

Nógv strangari krøv í dag
Nýggjar reglur fyri fýrverk vóru ásettar við kunngerð við virknaði frá 1. januar 2024.

Eftirlitsmaðurin hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum greiðir frá, at fyrr var ikki fast ásett, hvørjar nøgdir ið vóru loyvdar at hava, og bingjur kundu standa í bygdum øki, tætt upp at húsum. Nakað, sum skapti ein ávísan ótryggleika.

Nú skal ávís fjarstøða vera til sethús, og fer nøgdin upp um 50 kg í einari bingju, so skal hon vera minst 40 metrar frá bústaði.

Hoyr annars samrøðu við Asbjørn Østerø, eftirlitsfólk hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, niðanfyri.

1785380

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870