Faroe5 eru aftur: Tónleikur, vinaløg og vónir fyri 2026

Faroe5 eru aftur: Tónleikur, vinaløg og vónir fyri 2026
Fyrr í ár settu tær lív í Lestrargonguna í Keypmannahavn, og nú hava tær kunngjørt, at tær eru klárar at fara aftur á pall.
Eitt spennandi ár í væntu fyri Faroe5
31.12.2025 - 19:43

Væl umtókti kvinnubólkurin Faroe5 er nú komin aftur á føroyska tónleikapallin eftir ein langan steðg á 15 ár. Tað eru enn tær somu genturnar, sum nú eru vorðnar kvinnur og mammur – enn tann sama gleðin fyri tónleikinum, og alt er enn "bara eitt spæl". 

Tað var heilt av tilvild, at tær fimm funnu saman aftur fyri at gera tónleik. Lillian Dalsgaard greiðir frá, at tá ið hon flutti heim aftur til Føroya eftir nógv ár uttanlands, var tað upplagt at hittast og tosa um gamlar dagar. Hetta førdi til, at tær í dag sita saman og eru farnar at syngja aftur. 

Tað var heldur ikki gingið heilt upp fyri teimum, hvussu nógv tónleikur teirra enn livir millum tey ungu, sigur Ragnhild Dam. Tí var tað eisini so upplagt at takka ja til at koma aftur á pall til Lestrargonguna í Keypmannahavn í heyst. 

Fyrr í ár settu tær lív í Lestrargonguna í Keypmannahavn, ið var fyrstu ferð, tær stóðu saman á palli í 15 ár.

 

Tað er eingin loyna, at nógv er hent hesi seinastu 15 árini, nú tær allar eru vaksnar kvinnur og hava nógv um at vera í gerandisdegnum. Men tær høvdu brúk fyri at síggjast aftur, og tað var nakað, tær høvdu longst eftir. Við árunum duga tær betri at síggja styrkirnar og veikleikarnar hjá hvørjari aðrari, og eisini at hvíla meira á pallinum. 

“Vit duga betri at stuðla hvørjari aðrari av tí sama. At byggja hvørja aðra upp, geva konstruktivan kritikk – og rósa hvørjari aðrari. So tað er faktiskt ordiliga positivt og deiligt at venja saman og syngja saman aftur,”

sigur Jónvá Ellingsgaard.

 

Nógv er broytt hesi árini, men nógv er eisini akkurát tað sama, sum tað altíð hevur verið. 

Vígdis Fjallstein greiðir frá, hvussu kensluborið tað var at syngja saman aftur, tí kemi og klangur vóru har enn. Tær hava sítt heilt egna ljóð, tá ið tær syngja saman. 


Eitt spennandi ár í væntu 

Nýliga varð kunngjørt, at Faroe5 skulu spæla á Summarfestivalinum 2026, og tær eru longu farnar undir fyrireikingarnar. Tær hava stórar ætlanir fyri konsertina og kundu hugsað sær at havt rekvisittir og fýrverk á pallinum. 

Lillian leggur afturat, at okkurt nýtt eisini er á veg frá Faroe5, so vit kunnu gott gleða okkum, sigur hon við einum stórum smíli.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401