Ása Helena Brynjarsdóttir: Eg skrivi til eg yvirraski meg sjálva

Ása Helena Brynjarsdóttir: Eg skrivi til eg yvirraski meg sjálva
Við síni livandi rødd og beinraknu tekstum bjóðar hon lurtaranum inn í sítt kensluborna univers, har hon stundum ferðast á tabu-kendum gøtum og tekur upp viðkvæmar spurningar
 
17.04.2026 - 11:24

Gestur hesa ferð er Ása Helena Brynjarsdóttir.

Eitt dømi um hennara sterku tekstir er sangurin "Eina aftrat", sum á FMA fekk heiðurin at vinna í greinini "Ársins tekstur."

Ása hevur eina bók liggjandi, sum hon skrivar í hvønn morgun. Tað minnir um at skriva dagbók, men tað er meira hugarok, sigur Ása. 



Onkuntíð kemur okkurt, ið kann brúkast, men als ikki altíð. Viðhvørt ber eisini til at venda aftur til okkurt hugskot, ið er komið á blað.

Eitt evni, sum sungið verður um í Studio 5, er dating-mentan, og hvussu viðbrekin tann støðan kann vera. 



Líkamikið um svarið er ja ella nei, tá tú kemur í samband við eitt annað menniskja, hevur tað kensluligar avleiðingar.

Við sær í studio hevur Ása sín Fender, ið bæði er akustiskur og elektriskur.

Í næstum verður høvið at upplíva Ásu live bæði á stovukonsert, ið ikki er kunngjørd enn, og seinni í summar á SALT.

Tað er liður í konsertrøðini Summartónar.



Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Ása Helena Brynjarsdóttir


 
1807383



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952