Upplivingar á høgum tindum og í djúpum dølum

Upplivingar á høgum tindum og í djúpum dølum
- Felagið hevur broytt sín málsetning, og tað er í fullari semju, at okkara vegir nú skiljast, sigur Mikkjal Thomassen, nú fyrrverandi venjari hjá svenska stórfelagnum AIK
Mikkjal Thomassen fekk hálvtannað ár og 55 dystir sum høvuðsvenjari fyri svenska stórfelagið AIK
 
06.01.2026 - 11:06

Sunnudagin varð greitt, at tað verður ikki Mikkjal Thomassen, sum stendur á odda fyri AIK, nú svenska stórfelagið skal í gongd við fyrireikingarnar til eitt nýtt kappingarár:

AIK endaði farna kappingarár á 7. plássi í svensku kappingini, síðstu umførini í fjørheyst misti liðið á stokkinum møguleikan at spæla evropeiskan fótbólt komandi kappingarnarár. Fyrsta árið í AIK gekk annars framúr, AIK endaði á 3. plássi, og framtíðin tóktist bjørt fyri ta ætlan, ið Mikkjal Thomassen varð settur at fremja. Men broytingar blivu gjørdar í felagnum, nakrir lyklapersónar blivu skiftir út, og ítróttarliga rakk AIK ikki sínum høgu málum. 

Mikkjal Thomassen byrjaði yrkisleiðina sum venjari í B36 í 2009, frá 2015 til 2022 var hann høvuðsvenjari hjá KÍ, síðani norska Frederikstad og síðsta hálvtannað árið í svenska AIK, har hann stóð á odda fyri liðnum í 55 dystum.

Hoyr longri innslag við Mikkjal Thomassen:

Mikkjal_Thomassen_longri_versjon_til_net

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166