Rubio: Leggja trýst á Danmark at keypa Grønland

Rubio: Leggja trýst á Danmark at keypa Grønland
Amerikanski uttanríkisráðharrin skal hava sagt á afturlatnum fundi við kongresslimir, at Hvítu húsini brúka retorikk at trýsta Danmark til samráðingarborðið
Marco Rubio er amerikanskur uttanríkisráðharri.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
07.01.2026 - 08:21

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, sigur, at hóttanirnar móti Grønlandi ikki snúgva seg um innrás, men heldur um trýst á Danmark at keypa Grønland.

- Hvítu húsini brúka retorikk til at trýsta Danmark til samráðingarborðið, segði Rubio við umboð fyri kongressina á einum afturlatnum fundi mánadagin, sambært The Wall Street Journal.

Blaðið hevur upplýsingarnar frá tveimum fólkum, sum vita, hvat var sagt á fundinum, har millum annað krígsmálaráðharrin (fyrr verjumálaráðharrin), Pete Hegseth, og verjuovastin, Dan Caime, vóru við. Men tað var Rubio, sum fyri tað mesta hevði orðið, skrivar blaðið.

The New York Times skrivar, at boðskapurin hjá Rubio á fundinum, sum í roynd og veru mest snúði seg um Venesuela, var, at ætlanin er at keypa Grønland, og ikki at taka oynna við hermegi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241