Armgarð Arge: "Tað hjálpir øðrum, at fólk tora at siga sína søgu"

Armgarð Arge: "Tað hjálpir øðrum, at fólk tora at siga sína søgu"
"Bæði tá lívið er gott, og tá tá tað brýtur í bæði borð, er tað gott at hoyra søgurnar hjá øðrum, so mann ikki kennir seg so einsamallan," sigur Armgarð Arge, vertur í Credo
Armgarð Arge, vertur í Credo, vil gjarna hoyra frá fólki, ið hava upplivað okkurt "hinumegin"
Mynd: Eyðun Müller Thomsen  
 
10.01.2026 - 18:00

Í vár verður væl umtókta sendingin Credo hjá Armgarð Arge aftur á skránni sunnudagar í útvarpinum.  

"Credo er ætlað at vera sending, sum varpar ljós á og sigur frá søgum, sum vit føroyingar hava upplivað og fegin vilja siga frá," greiðir Armgarð Arge frá.   

"Tað er ein sannroynd, at tá tú hoyrir søguna hjá einum øðrum, so gerst tað lættari hjá tær at bera okkurt, tí so kennir mann seg ikki einsamallan - bæði tá lívið er gott, og tá tá tað brýtur í bæði borð. 

 

Vilt tú siga mær tína søgu?

Armgarð Arge greiðir frá, at endamálið við Credo hevur altíð verið einfalt, og tað er spurningurin: "Vilt tú siga mær tína søgu?"

"Og so stendur søgan einsamøll. Onki við at virðismeta ella viðgera."

Í sambandi við Credo í vár, so leitar Armgarð Arge eftir fólki, sum hava upplivað okkurt øðrvísi - okkurt "hinumegin", sum hon tekur til. 

"Eg havi áður havt nakrar sendingar um fólk, ið hava uppliva okkurt, sum vit vanliga siga ikki er 'vanligt'. Vit eru vaksin upp í mentan, har fólk hava sagt frá skipum, sum eru gingin burtur. Um fólk í hamferð. Og um fólk sum hava nærdeyðanumuppliving og hava sæð 'nakað himmalskt'.

 

Credo skal endurspegla føroyingin

Armgarð Arge heldur, at í dag aftra fólk seg við at siga frá sovorðnum upplivingum, tí tey óttast at onnur kansk halda, at tey eru órógvað ella ikki í ordan.

"Men hesar søgur eru eisini áhugaverdar og nakað, ið fólk tíma at lurta eftir. Credo skal helst vera sending, sum rúmar øllum tí, sum vit trúgva og hugsa um, og sum  rørir seg millum fólk. Vit vilja gjarnar endurspegla føroyingin í sendingini."

Hevur tú upplivað okkurt hinumegin mótvegis okkum, sum eru hesumegin, og tú vilt siga tína søgu, so vil Armgarð Arge gjarna hoyra frá tær. 

"Í roynd og veru, so eru allar serstakar persónligar søgur áhugaverdar."

 

Skrivið til: credo@kvf.fo

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425