Leikarar eru væl fyrireikaðir til EM

bannari
Leikarar eru væl fyrireikaðir til EM
Bæði kropsliga og mentalt kenna landsliðsleikararnir seg til reiðar til dystirnar í Oslo
 
12.01.2026 - 13:36

Endaspælið í EM í hondbólti fyri menn byrjar í hesari vikuni.

Mikudagin fer føroyska ferðalagið til Oslo, har dystirnir skulu spælast.

Leikararnir eru í allar mátar væl fyri og fyrireikaðir upp á tað, sum stendur fyri framman.

Tað staðfestu Helgi Hoydal, Tróndur Mikkelsen og Pauli Jacobsen, tá teir vitjaðu morgunsendingina, Góðan morgun Føroyar.

Tað, at teir í 2024 vóru við í endaspæli í Berlin, er ein stórur fyrimunur.

- Vit fingu rættiliga nógvar royndir í Berlin, tá vit vóru til EM seinast, og tær royndirnar kunnu vit taka við okkum nú. Og so vita vit eisini hvat fyri tempo, tað skal spælast í, fyri at hava ein møguleika til slíkar dystir til EM. Vit eru klárir yvir, at tað verður eitt annað niveau, enn hvat mann er vanur við til kvalifikatiónsdystir annars, sigur Pauli Jacobsen.

At tveir venjingardystir móti Italia vóru á skránni um vikuskiftið var eisini læruríkt fyri føroysku spælararnar.

- Tað er gott, at mann fær eitt lið sum Italia á vitjan, tí teir koma eisini við tí fysikkinum og tí ferðini, sum skal til, og tað er eisini gott, tí teir spæla sum onkur av mótstøðuliðunum í Norra, sigur Helgi Hoydal.

Í morgunsendingini greiddu teir tríggir landsliðsleikararnir um fyrireikingarnar, nú ferðalagið fer til Oslo mikudagin.

Í bólki D eru umframt Føroyar eisini Slovenia, Montenegro og Sveis.

Fyrsti dysturin hjá Føroyum verður spældur fríggjadagin.  

 

1787678

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541