Løkke nøgdur við fundin í gjár um Grønland

Løkke nøgdur við fundin í gjár um Grønland
Avgjørt er at seta ein arbeiðsbólk at kanna, um til ber at finna ein veg uttanum, samstundis sum landamørkini skulu virðast
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, og Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, á tíðindafundi í gjár eftir fundin við J.D. Vance, varaforseta, og Marco Rubio, uttanríkisráðharra.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.01.2026 - 07:49

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, er nøgdur við fundin í Washington í gjár millum uttanríkisráðharrarnar í Grønlandi, Danmark og USA um ynski og ætlanina hjá USA at keypa ella taka yvir Grønland.

- Vit ímyndaðu okkum ikki, at hetta fór at enda við, at partarnir funnu fram til eina loysn eftir fundin í gjár, og tað hava vit heldur ikki, segði danski uttanríkisráðharrin eftir fundin.

Avgjørt er at seta ein arbeiðsbólk at kanna, um til ber at finna ein veg uttanum, samstundis sum landamørkini skulu virðast, segði Lars Løkka á tíðindafundinum.

- Vit mugu eina finna eina aðra leið, sum er nøktandi fyri allar partar, segði Lars Løkke Rasmussen:

 

15012026_Lokke_1


- Vit eru ikki í einari støðu, har vit kunnu siga, at hatta var tað. Eg eri ikki sum Chamberlain, sum í síni tíð tosaði um frið í okkara tíð. Hinvegin skal mann lofta møguleikum, sum eru, segði Lars Løkke Rasmussen:

 

15012026_Lokke_2

 

Lars Løkke Rasmussen. 
 

Lars Løkke Rasmussen var í nátt gestur hjá Bret Baier í sjónvarpsrásini Fox News.

Har vísti hann á drúgvu diplomatisku sambondini millum USA og Kongsríki Danmark, sum hava verið í 225 ár. 

- Tú finnur einki annað land, sum eins og Danmark hevur havt diplomatisk sambond við USA uttan íhald, segði Løkke.

Hann vísti eisini á, at bæði USA og danska kongsríkið eru partur av NATO. 

Vegurin fram skal tí vera at "sameina kreftir". Tí bæði USA og Danmark deila stúranina í ávísan mun - men ikki háttalagið:

 

15012026_Lokke_3


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858