Suni Merkistein: - Mær dámar fult so væl at fylgja kappingini úr Føroyum

Suni Merkistein: - Mær dámar fult so væl at fylgja kappingini úr Føroyum
Undir EM-kappingini í Noregi fer Suni Merkistein at gera og lesa EM-tíðindi
 
15.01.2026 - 13:07

Hann hevur verið ítróttafrásøgumaður í áratíggju. Suni Merkistein hevur verið óteljandi uttanlandsferðir í útvarps- og kringvarpsørindum. Hann var eisini við á minniligu hondbóltsferðini í Berlin.

Flestu høvdu ivaleyst væntað, at frásøgumaðurin eisini fór til Noregs saman við túsundtals føroyskum hondbóltsfjepparum. Men so er ikki.

Um árskiftið gjørdi Suni av, at hann verður í Føroyum.

Tær mongu og ofta drúgvu uttanlandsferðirnar eru ikki líka freistandi longur.

Tað krevur meira at vera á ferð, og kanska ein ávís metalmøði eisini ger um seg, ásannar hann.

Á ein hátt ber betur til at fylgja kappingini heima í stovuni. Tá fært tú hugsavnað teg um øll liðini á ein annan hátt, sigur Suni Merkistein.

Mítt EM verður at finna viðkomandi søgur og vinklar til EM-tíðindini, sigur fólkakæri miðlamaðurin.

 

1788250

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028