Tvær kommunur hava átta ferðavinnuætlanir hvør

Tvær kommunur hava átta ferðavinnuætlanir hvør
Onnur hvør kommuna hevur latið Tilfeingis- og Vinnumálaráðið ferðavinnuætlan, hóast freistin fór á nýggjárinum
Allar kommunur skulu hava ferðavinnuætlan.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.01.2026 - 06:49

Onnur hvør kommuna hevur latið Tilfeingis- og Vinnumálaráðið ferðavinnuætlan, hóast freistin fór á nýggjárinum.

14 av teimum 29 kommununum hava latið 28 ferðavinnuætlanir, tí tvær kommunur hava gjørt fleiri ætlanir.

Tórshavnar kommuna hevur gjørt átta ætlanir, millum annað um Koltur og Norðradal, og Runavíkar kommuna hevur eisini átta ferðavinnuætlanir, millum annað um Æðuvík og Rituvík.

Hinar kommurnar eru Eysturkommuna, Fámjins kommuna, Hovs kommuna, Nes kommuna, Porkeris kommuna, Sjóvar kommuna, Skopunar kommuna, Sumbiar kommuna, Sunda kommuna, Tvøroyrar kommuna, Vágs kommuna og
Vestmanna kommuna.

Nakrar kommunur hava boðað frá, at teirra ætlanir eru á veg. 

Tilfeingis- og Vinnumálaráðið sigur, at í næstum verður farið undir at gjøgnumganga ferðavinnuætlanirnar. 

Tá tær eru gjøgnumgingnar og góðkendar, verður leinkja til allar ætlanirnar løgd á heimasíðuna hjá Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037