Eingin fundur avtalaður um at broyta ríkisfelagsskapin

Eingin fundur avtalaður um at broyta ríkisfelagsskapin
At broyta ríkisfelagsskapin til ríkjafelagsskap fer væntandi at vara longur enn verandi valskeið, sigur løgmaður
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hava svarað spurningi frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni, um ríkisfelagsskapin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.01.2026 - 11:08

Enn er eingin fundur avtalaður millum landsstýrið og donsku stjórnina um broytingar í ríkisfelagsskapinum.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Bárð á Steig Nielsen, løgtingsmann.

Løgmaður sigur, at fimm av seks flokkum í løgtinginum eru samdir um, at Føroyar hava brúk fyri uttanríkispolitiskum heimildum.

Teir vilja hava eina skipan, sum gevur Føroyum uttanríkispolitiskar heimildir og byggir á samstarv millum javnbjóðis lond í einum felagsskapi.

 


Bárður á Steig Nielsen.

 

Ríkjafelagsskapur

Í stuttum at broyta ríkisfelagsskapin til ein ríkjafelagsskap, sigur løgmaður.  

Hann sigur, at hetta er eitt arbeiði, sum væntandi fer at vara longur enn verandi valskeið.

Tí hevur tað størstan týdning, at arbeiðið verður gjørt rætt og væl, og í so breiðari semju sum møguligt. Bæði í Føroyum, og millum Føroyar og Danmark, sigur Aksel V. Johannesen.

Enn er eingin fundur avtalaður millum landsstýrið og donsku stjórnina um hesi viðurskifti, sigur hann.

Les alt svarið her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512