Eldurin í sethúsum sløktur

Eldurin í sethúsum sløktur
Eldurin, sum kom í eini sethús á Sevmýri á Tvøroyri, var sløktur um áttatíðina í kvøld
Ógreitt er, hví eldur kom í sethúsini, og kannar nú málið, sigur vakthavandi á løgreglustøðini
Mynd: Savnsmynd  
 
29.01.2026 - 21:02

Eldurin, sum kom í eini sethús á Sevmýri á Tvøroyri, er nú sløktur.

Tvøroyrar sløkkilið var boðsent, sum sendi boð eftir Vágs sløkkiliði, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

Eldurin var sløktur um áttatíðina í kvøld.

Eitt fólk var í húsinum, sum slapp út í øllum góðum.

Viðkomandi er farin á sjúkrahúsið til kanningar.

Húsini fóru illa av eldinum.

Løgreglan veit ikki, hví eldurin kyknaði, og kannar nú málið, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026