Oljuprísurin fellur, tí vón er um semju við Iran

Oljuprísurin fellur, tí vón er um semju við Iran
Á asiatiska marknaðinum er prísurin nú 63 dollarar, og Brent-olja kostar góðar 67 dollarar
Tíðindi um, at spenningurin millum USA og Iran fer at linka, hevur havt við sær, at oljan er vorðin bíligari. (Savnsmynd)
 
02.02.2026 - 08:14

Oljuprísirnir fullu munandi, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt seg rokna við, at møguleiki er at røkka semju við Iran.

Hetta hevur havt við sær, at stúranir um eitt møguligt stríð í oljuríka økinum, eru minkaðar, skrivar AFP-tíðindastovan.

Á asiatiska marknaðinum fall prísurin 3,4 prosent, til 62,99 dollarar, meðan prísruin á Brent-olju fall 3,2 prosent, niður í 67,09 dollar.

Viðmerkingarnar hjá Donaldi Trump hava við sær vónir um, at ein loysn kann verða funnin, soleiðis at viðurskiftini kunnu gerast støðug og vandin fyri ófriði minka, skrivar AFP.

 

Háspenningur

Háspenningur hevur seinastu vikurnar verið millum USA og Iran, sum hvør í sínum lagi hava hótt hvørtannað.

- Ber til at fáa eina nøktandi avtalu í lag uttan kjarnorkuvápn, eigur tað at verða gjørt. Men eg veit ikki, um tað fer at henda. Men tey tosa so við okkum nú. 

Tað segði Trump, forseti, umborð á forsetaflogfarinum, Air Force One, í gjár, tá hann greiddi AP-tíðindastovuni frá teimum samráðingum, sum hann sigur eru millum partarnar í løtuni.

Í samstarvi við Ísrael leyp USA í summar á trý iransk kjarnorkuverk. Álopini skuldu sambært amerikanska forsetanum forða Iran í at ríka uran, sum kann nýtast til at framleiða kjarnorkuvápn.

Sambært Al Jazeera er ikki greitt, hvørjum standi verkini eru í, tí Iran hevur ikki loyvt altjóða kanningarfólki at kanna tey

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373