Framherji fær nýggjari skip fyri Fagraberg í mars

Framherji fær nýggjari skip fyri Fagraberg í mars
Um slakan mánað yvirtekur reiðaríið hetlendska trolaran, Serene, sum er keyptur fyri hálvt triðja hundrað milliónir krónur
Serene kemur í flotan fyri Fagraberg í mars.
Mynd: Marinetraffic  
 
09.02.2026 - 09:41

Fagraberg, gamla Krúnborg, kom í gjáramorgunin  á Fuglafjørð, eftir at skipið hevur verið í Florø og lagt sløk 900 tons av sild upp.

Og gongur, sum Annfinn Olsen, reiðari, ætlar, so var hetta seinastu ferð, at skipið kom aftur av túri við Framherja sum eigara.

 


Fagraberg verður nú lýstur til sølu. 

 

Um ein slakan mánað yvirtekur reiðaríið hetlendska trolaran, Serene, sum er keyptur fyri hálvt triðja hundrað milliónir krónur.

Hoyr samrøðu við Annfinn Olsen í útvarpstíðindunum:

 

09022026_Annfinn_Olsen

 

Fagraberg verður nú lýstur til sølu.

Sambært seinasta roknskapi, sum er fyri 2024, seldi samtakið fyri góðar 620 milliónir krónur hetta árið.

Avlopið fyri skatt var 60 milliónir krónur. Felagið hevði tá eina eginogn uppá eina góða hálva milliard krónur, og fíggjarstøðan javnvigaði við 1,3 milliardum krónum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037