Xi Jinping fer at vitja Trump í hesum árinum

Xi Jinping fer at vitja Trump í hesum árinum
Longu í apríl ætlar amerikanski forsetin sær at vitjan kinverska starvsbróðurin
Donald Trump og Xi Jinping. USA legði nógvan revsitoll á Kina í fjør, men síðani hava londini skrivað undir handilsavtalu, sum hevur linkað spenningin.
Mynd: Andrew Caballero-Reynolds/AFP/Ritzau Scanpix  
 
09.02.2026 - 10:40

Kinverski leiðarin, Xi Jinping, fer á almenna vitjan í Washington seinni í ár.

Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, í samrøðu við NBC News í gjár.

- Xi Jinping kemur á vitjan í Hvítu húsunum, ja, fram móti ársenda, segði forsetin sambært NBC News, skrivar danska kringvarpið.

Donald Trump segði í sama viðfangi, at Kina og USA eru tvey øgiliga sterk lond, og at tey sita væl um sátt.

Frammanundan ætlar amerikanski forsetin sær á vitjan í Kina í apríl, har hann skal vitja kinverska forsetan.

 

Revsitollur

Síðan Donald Trump tók við aftur sum forseti í januar í fjør, hevur hann ferð eftir ferð brúkt toll sum politiskt amboð móti nógvum londum, teirra millum Kina.

Handilskríggið millum USA og Kina harðnaði í fjør, og eitt skifti var tollurin oman fyri 100 prosent.

Síðani hava londini bæði undirskrivað eina handilsavtalu, sum hevur til endamáls at linka spennigin millum londini bæði. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650