Nýtt ómaksgjald skal stytta bíðitíðina

Nýtt ómaksgjald skal stytta bíðitíðina
Ómaksgjald fyri málsviðgerð fer at gera, at tvey starvsfólk aftrat kunnu setast í Útlendingastovuni
Útlendingastovan hevur fingið stívliga 6.000 umsóknir í hálvtannað ár.
 
12.02.2026 - 06:55


Ómaksgjald fyri málsviðgerð fer at gera, at tvey starvsfólk aftrat kunnu setast í Útlendingastovuni.

Eisini er ætlanin at rationalisera málsviðgerðina og gera hana meira sjálvvirkandi.

Útlendingastovan fekk annars fígging til tvey ársverk aftrat seinasta heyst.

Og tann fíggingin er eisini í ár.

Útlendingastovan hevur nýliga sett eitt skrivstovufólk og ein løgfrøðing.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Johan Dahl, løgtingsmann.

Hann spurdi um óavgreiddar umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi og uppihaldsloyvi til makar.

Síðani málsviðgerðin í ávísum útlendingamálum var flutt Útlendingastovuni 1. september 2024, hevur Útlendingastovan skrásett stívliga 6.150 mál í nýggju málsviðgerðarskipanini. 

1.874 mál eru ikki avgreidd enn. 

Útlendingastovan hevur 38 umsóknir um varandi uppihaldsloyvi í viðgerð. 

Útlendingastovan raðfestir mál, har útlendingur bíðar eftir at sleppa til Føroya ella byrja at arbeiða her. 

Hetta ger, at umsøkjarar, sum rættstundis hava søkt um at leingja loyvið ella góðkenningina, og sum tí kunnu halda fram við somu rættindum í málsviðgerðartíðini, hava bíðað nógv longur eftir svari, sigur landsstýriskvinnan.


Makar og børn

Útlendingastovan hevur avgreitt 37 umsóknir um hjúnafelagar og makar og 57 umsóknir um børn.

Men nógv fleiri eru í viðgerð.

Framvegis verður arbeitt við at fáa skipanina við uppihaldskortum at virka. 

Hendan skipan datt av misgáum niður fyri, tá málsviðgerðin var flutt til Føroya. 

Tá skipanin fer at virka, sleppur Útlendingastovan undan at skriva út afturferðarloyvi, hvørja ferð ein útlendingur við uppihaldsloyvi í Føroyum fer av landinum, verður upplýst í svarinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970