Lýggjasti januar í Grønlandi síðani 1917

Lýggjasti januar í Grønlandi síðani 1917
Miðalhitin í Nuuk í januar var 0,1 stig - 7,8 stig lýggjari enn miðalhitin í januar seinastu 30 árini.
Lýggjasta dagin í januar vóru máld 11,3 stig í Grønlandi.
Mynd: DMI  
 
16.02.2026 - 15:40

Ikki síðani 1917 hevur verið so lýtt í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, sum í januar í ár.

Tað skrivar danski veðurstovnurin, DMI.

Miðalhitin í januar var 0,1 stig, sum eru 7,8 stig lýggjari enn miðalhitin í januar seinastu 30 árini.

Lýggjasta dagin í januar í ár vóru máld 11,3 stig.

Nýggja hitametið er 1,4 stig heitari enn gamla hitametið, sum er frá 1917.

Hitin setti eisini met í januar á grønlendskuni vesturstrondini, sum er okkurt um 2.000 kilometrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527