Ruth Vang: Gott at fáa áminning frá tjørnuvíkingum um tunnilin

Ruth Vang: Gott at fáa áminning frá tjørnuvíkingum um tunnilin
Landsstýriskvinnan kann tó ikki lova, at farast kann undir tunnilin í ár
Ruth Vang, landsstýriskvinna, tók ímóti 300 undirskriftum um Tjørnuvíkartunnilin frá Haraldi Hammer, sum situr vinstrumegin landsstýriskvinnuna
Mynd: Sveinur Tróndarson  
 
19.02.2026 - 09:27

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum var í gjárkvøldið farin til Tjørnuvíkar at taka ímóti teimum gott og væl 300 undirskriftunum, sum vóru savnaðar, fyri at fáa hana at seta gongd á Tjørnuvíkartunnilin.

- Tað er gott at fáa eina áminning frá fólkinum her, at tey vilja hava ein tunnil, ongantíð ov skjótt, sigur Ruth Vang, men hon vildi ikki lova, at farast kann undir tunnilin í ár.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19022026_Ruth_um_Tjornuvikartunnil

Súni Olsen tók orðið á fundinum (Mynd: Sveinur Tróndarson)

 

Hava misrøkt okkum

- Vit vilja øll hava ein tunnil, og hann skal koma alt fyri eitt.

Tað sigur Súni Olsen, sum býr í Tjørnuvík, og hevur arbeitt nógv í Havn.

- Politikararnir hava misrøkt okkum, sigur Súni Olsen, sum var á fundi í fullsetta bygdarhúsinum í Tjørnuvík í gjárkvøldið:

 

19022026_Suni_Olsen

 

Nógv fólk var komið saman á tunnilsfundinum í Tjørnuvík í gjárkvøldið (Mynd: Sveinur Tróndarson)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527