Stórur meiriluti fyri uppskotinum um Suðuroyartunnil

Stórur meiriluti fyri uppskotinum um Suðuroyartunnil
Í flestu av stóru flokkunum eru tingfólk, sum ivast í lógaruppskotinum. Men í øllum fýra flokkum tekur ein meiriluti undir við tí
Frá borgarafundinum í Salti mánakvøldið.
Mynd: Sveinur Tróndarson  
 
20.02.2026 - 08:56

Tað er breiður, politiskur meiriluti fyri lógaruppskotinum um at fyrireika, prosjektera og bjóða út Suðuroyartunnilin. 

Á kjakfundi í Salti mánakvøldið vóru forfólkini í øllum seks flokkunum spurd, hvørja støðu tingfólkini í teirra flokkum høvdu til lógaruppskotið hjá løgmanni, sum nú er á veg aftur úr fíggjarnevndini.

Í flestu av stóru flokkunum eru tingfólk, sum ivast í lógaruppskotinum. Men í øllum fýra flokkum tekur ein meiriluti undir við tí.

Beinir Johannesen, Bárður á Steiig Nielsen, Aksel V. Johannesen og Sirið Stenberg svaraðu soleiðis á borgarafundinum í Salti mánakvøldið:

 

20022026_Suduroyartunnil

 

Í teimum fýra stóru flokkunum eru sostatt umleið 21 atkvøður fyri lógaruppskotinum.

Forfólkini í teimum báðum smáu flokkunum á løgtingi, Ruth Vang úr Framsókn og Jenis av Rana úr Miðflokkinum, vildu ikki siga, hvørja støðu tingfólkini í teirra flokki hava til uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762