ArtiCon skal byggja sambýlið við Rygsá á Argjum

ArtiCon skal byggja sambýlið við Rygsá á Argjum
Arbeiðið byrjar innan seks vikur, og verður væntandi liðugt um ársskiftið 2027/2028
Løgtingið hevur játtað í mesta lagi 115 mió. kr. til byggingina.
 
20.02.2026 - 10:04

ArtiCon skal byggja sambýlið við Rygsá á Argjum.

Almenna- og Heilsumálaráðið, Landsverk og ArtiCon hava gjørt sáttmála um tað.

Sambýlið er ætlað vaksnum við autismu.

Arbeiðið byrjar innan seks vikur, og verður væntandi liðugt um ársskiftið 2027/2028.

Løgtingið hevur játtað í mesta lagi 115 mió. kr. til byggingina.

 


Tá ArtiCon og Landsverk í vikuni skrivaðu undir byggisáttmálan um sambýlið á Argjum. (Mynd: ArtiCon)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV