Rachlin: Kríggið í Ukraina avdúkar ein nýggjan stórpolitiskan veruleika

Rachlin: Kríggið í Ukraina avdúkar ein nýggjan stórpolitiskan veruleika
Kríggið í Ukraina hevur broytt heimsmyndina, og vit síggja hvussu geopolitikkur virkar í hesum døgum millum stórveldini, sigur Samuel Rachlin, danskur tíðindamaður
Mynd: Pressumynd/Jesper Petersen  
 
22.02.2026 - 16:06

– Tað er geopolitikkur millum USA og Russland – við Kina í bakgrundini – sum vit eru vitni til, og vit hava ikki staðið í líknandi støðu síðan Seinna heimsbardaga, sigur Samuel Rachlin.

Tað sigur Samuel Rachlin, sum er danskur journalistur, sjónvarpsvertur og rithøvundur. Hann er føddur í táverandi Sovjetsamveldinum og hevur í mong ár arbeitt við russiskum og altjóða viðurskiftum.

Hann hevur brúkt stóran part av síni tíð upp á at greina kríggið, sum hann lýsir sum eitt vendipunkt í evropeiskari og altjóða søgu. Hann heldur, at Russland førir eitt brutalt kríggj móti Ukraina, meðan vesturheimurin hevur havt trupult við at svara aftur.

Rachlin vísir eisini á, at geopolitisk spenningur í dag ikki bara snýr seg um Russland og Ukraina, men eisini um USA og Evropa – og at vit standa í einari støðu, sum minnir um ta undir Kalda krígnum.

Hann harmast serliga um, at mótstøðan í Russlandi hevur verið lítil, og sigur, at vanligir russar eisini bera ábyrdina fyri, at Putin sleppur at halda fram.

Hoyr eina longri samrøðu her:

Samuel_Rachlin_longri_samroda

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053