Løgtingsforkvinnan: Mín avgerð at broyta raðfylgjuna

Løgtingsforkvinnan: Mín avgerð at broyta raðfylgjuna
Á tingfundinum í morgin kemur Suðuroyartunnilin fyrst til triðju viðgerð og síðani málið um at hækka pensjónsaldurin
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, hevur broytt raðfylgjuna av málum í skránni fyri tingfundin í morgin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.02.2026 - 15:19

Í upprunaligu skránni fyri tingfundin í morgin skuldi málið um at hækka pensjónsaldurin fyrst sum koma til triðju og endaligu viðgerð, og síðani uppskotið um at fyrireika, projektera og bjóða út Suðuroyartunnilin, eins og gjørt var á tingfundinum í gjár, tá málini komu til aðru viðgerð.

Men Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, hevur síðani broytt raðfylgjuna, soleiðis at málið um Suðuroyartunnilin kemur til endaliga viðgerð fyrst, og síðani pensjónsaldurin.

Bjørt Samuelsen sigur, at tað liggur einki sum so í avgerðini um at broyta raðfylgjuna í tingskránni, men hon heldur tað vera "fair," sum hon tekur til.

Bjørt Samuelsen sigur, at tað er hon einsamøll, sum eigur avgerðina.

Hoyr samrøðu, sum Jón Brian Hvidtfeldt gjørdi við løgtingsforkvinuna í útvarpstíðindunum:

 

24022026__Bjort_um_tingskra

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659