Á mótaviku sum føroyskur ávirkari

Á mótaviku sum føroyskur ávirkari
- Eg royni at finna útav, hvussu langt eg kann røkka sum ávirkari, sigur Ásla Breyt Danielsen, sum herfyri var á Copenhagen Fashion Week fyri at fáa samstørv í lag
 
25.02.2026 - 10:15

Flottar mótasýningar, nýggjasti mótin, nógv fólk og veitslur.

Copenhagen Fashion Week, sum er kenda mótavikan í danska høvuðsstaðnum, virkar ivaleyst fyri flestu okkara sum rættiliga glæsilig og luksuskend - tí soleiðis verður henda vikan ofta lýst á netinum, í bløðunum og ikki minst á sosialum miðlum.

Men hvussu er henda vikan veruliga, um tú ikki ert eitt stórt brand og bara fert einsamøll á Copenhagen Fashion Week, sum føroyskur ávirkari á Instagram?

Á ársins mótaviku í Keypmannahavn í januar var Ásla Breyt Danielsen til staðar. Umframt at vera frisørur, er Ásla eisini rættiliga virkin á Instagram sum ávirkari. Eitt nú leggur hon nógv út um móta og ikki minst mótan í Føroyum.

- Nú hevði eg møguleikan at fara, og eg vildi vita, um tað bar til hjá mær sum lítil ávirkari úr Føroyum at sleppa til ymisk events og ikki minst fáa áhugaverd samstørv í lag, sigur Ásla Breyt Danielsen.

Onkrar samstarvsavtalur spurdust burtur úr túrinum til Danmarkar, men fyrst og fremst fekk Ásla betri innlit í, hvussu ávirkarar gera fyri at skapa áhugavert og spennandi innihald til sínar sosialu miðlar.

Í morgunsendingini greiðir Ásla Breyt Danielsen frá upplivingini á Copenhagen Fashion Week.

1797169

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572