Donsk skúlabørn skulu læra meira um ríkisfelagsskapin

Donsk skúlabørn skulu læra meira um ríkisfelagsskapin
Skúlar gera sjálvir av, um teir vera við í tiltakinum
Mattias Tesfaye er barna- og undirvísingarmálaráðharri í Danmark.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.02.2026 - 08:20

Donsk skúlabørn skulu læra meira um Føroyar og Grønland um ríkisfelagsskapin.

Temavika verður um ríkisfelagsskapin fyrstu ferð í viku 46, tað er í november, skúlaárið 2027/2028. 

Tað hevur danski barna- og undirvísingarmálaráðharrin, Mattias Tesfaye, avgjørt, skrivar Ritzau.

Skúlar gera sjálvir av, um teir vera við í tiltakinum.

Hetta verður gjørt sum aftursvar til øll orðini hjá Trump um Grønland.

Tvær milliónir vera settar av í ár, og síðani ein millión um árið árini 2027, 2028, 2029 og 2030.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985