Vanlukkan umborð á Glyvursnesi: Niðurstøða kemur um hálvt ár

Vanlukkan umborð á Glyvursnesi: Niðurstøða kemur um hálvt ár
Skaðanevndin hevur gjørt dagføring, sum lýsir, hvat hendi sjálvan skaðadagin
Glyvursnes lá við bryggju í Hirtshals, tá vanlukkan hendi.
Mynd: DR  
 
26.02.2026 - 18:05

Á nýggjárinum skuldi ein kanning fyriliggja frá donsku skaðanevndini um vanlukkuna umborð á farmaskipinum Glyvursnesi, 2. januar í fjør.

Men stórt arbeiðstrýst hevur gjørt, at hon er seinkað. Kortini er ein dagføring gjørd, sum lýsir, hvat hendi sjálvan skaðadagin.

2. januar í fjør lá farmskaipið hjá Smyril Line, Glyvursnes, við bryggju í Hirtshals, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiði varð gjørt umborð.

Manningin arbeiddi millum annað upp á eina oljuhitaskipan, sum hitar bæði brennievni og sjálvt skipið.

Trupulleikar høvdu verið við skipanini, tí brenniolja var likin inn í stongdu skipanina. Tríggir av manningini arbeiddu við at fáa skipanina at virka aftur, sum hon skuldi. Millum annað vóru nøkur av rørunum og ventilunum tipt.

 


Glyvursnes á Havnini. 

 

Spreinging umborð

Tað var undir hesum arbeiði, at tað brádliga hendi ein spreinging, og ógvusligur kom eldur í.

Tveir av maskinmeistarunum fingu skaða. 1. meistarin doyði, og maskinstjórin fekk álvarsligar brunaskaðar. Allur streymurin fór umborð á skipinum í sambandi við spreingingina.

Umfatandi bjargingararbeiði varð sett í verk av manningini og sløkkiliði av landi.

Føroyska Sjóvinnustýrið heitti á donsku skaðanevndina at kanna hendingina nærri, og trý fólk vóru send at kanna vanlukkuna. Samrøður vóru gjørdar við manning, avvarðandi og reiðarí, umframt av sjálvum vanlukkustaðnum.

 

Ikki komin á mál

Enn er skaðanevndin ikki komin á mál við sínum arbeiði, sum millum annað skal lýsa standin, skipið var í, hvørjar mannagongdir vóru brúktar, hvussu viðlíkahaldið var umborð, royndum av oljuni, og annars at greina nærri, hví vanlukkan hendi.

Í stuttu fyribilsfrágreiðingini frá skaðanevndini stendur, at vanliga verður niðurstøða gjørd, áðrenn eitt árt er farið. Ov stórt arbeiðstrýst hevur tó gjørt, at hetta ikki læt seg gera í hesum føri, men at endalig niðurstøða helst fyriliggur innan seks mánaðir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473