Veljarakanning: Fólkaflokkurin framvegis nógv størsti flokkur

Veljarakanning: Fólkaflokkurin framvegis nógv størsti flokkur
Samgongan fær ein lúsing, og í kanningini fær hon bara 12 tingsessir tilsamans. Andstøðan fær 21 sessir
Í nýggjastu veljarakanningini stendur Fólkaflokkurin at tvífalda tingmannatalið, úr seks upp í 12.
 
27.02.2026 - 13:08

Fólkaflokkurin er framvegis nógv størsti flokkur, sambært nýggjastu veljarakanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin og FM1

Kanningin, sum varð gjørd í gjár, gevur Fólkaflokkinum 34 prosent av atkvøðunum og 12 tingfólk. 

Sambandsflokkurin verður sambært kanningini næststørsti flokkur á tingi. Flokkurin fær 20,4 prosent av atkvøðunum og sjey tingsessir.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fáa ávíkavist 16 prosent og 15 prosent av atkvøðunum. Tað gevur fimm løgtingslimir til hvønn flokkin.

Framsókn og Miðflokkurin fáa umleið seks prosent av atkvøðunum og tvey tingfólk í part. 

 

Samgongan ein lúsing

Sjálvstýri fær heldur ikki í nýggjastu veljarakanningini umboð á ting. Flokkurin fær 2,4 prosent av atkvøðunum. 

Samanumtikið fær samgongan ein lúsing frá veljarunum. Teir tríggir samgonguflokkarnir, sum hava sitið við valdið síðani desember 2022, fáa tilsamans 12 tinglimir.

Teir tríggir andstøðuflokkarnir - Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin - fáa tilsamans 21 tinglimir.

500 fólk vóru spurd í kanningini hjá Spyr.fo, sum varð gjørd fyri Portalin og FM1 í gjár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037