Andrias fekk sín fyrsta sigur í Seriu A

Andrias fekk sín fyrsta sigur í Seriu A
Andrias Edmundsson fekk sín fyrsta sigur í bestu italsku fótbóltsdeildini, tá Hellas Verona eitt sindur óvæntað vann 2-1 á Bologna á útivølli
Hellas Verona vann á útivølli ímóti Bologna, og Andrias Edmundsson fekk tískil sín fyrsta sigur í Seriu A
Mynd: Hellas Verona  
 
09.03.2026 - 09:31

Landsliðsspælarin Andrias Edmundsson hevur fingið sín fyrsta sigur í bestu italsku fótbóltsdeildini.

Síðan skiftið úr pólska felagnum Wisla Plock fyri kortum, hevur føroyingurin í Hellas Verona fingið ein javnleik og síðan lagt rygg til trý tap á rað.

Nú bragdaði kortini hjá botnliðnum, sum var á vitjan hjá Bologna. Heimaliðið legði seg framum beint eftir steðgin, men Martin Frese javnaði við langskotið bert fýra minuttir seinni.

Kieron Bowie gjørdist hetjan hjá Verona, tá hann avgjørdi dystin lítla løtu seinni. Andrias Edmundsson spældi allan dystin og fær góð skoðsmál aftur hesa ferð.

Nú 10 dystir eru eftir at spæla, er Verona næstaftast við 18 stigum og sjey stig eru upp til bjargingina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542