Búskapurin ovhitaður - húsaprísinir hækka støðugt

Búskapurin ovhitaður - húsaprísinir hækka støðugt
Tað er ikki óvanligt, at sethús í Havn verða seld fyri sjey, átta og stunum upp ímóti níggju milliónum krónum
Sethús og íbúðir eru dýrkað nógv, tí búskapurin er ovhitaður.
Mynd: Jógvan Eli Dam  
 
19.03.2026 - 14:36

Greið tekin eru um, at búskapurin er ov heitur.

Vinnan og almenni geirin gera íløgur fyri upp ímóti fýra milliardum krónum til samans, og arbeiðsloysið hevur ligið undir eitt prosent í eina tíð.

Tað er ein orsøk til, at húsaprísirnir eru hækkaðir so nógv, sigur Kári Petersen, búskaparfrøðingur.


Kári Petersen. (Mynd: Jógvan Eli Dam)

 

Tað er ikki óvanligt, at sethús í Havn verða seld fyri sjey, átta og stunum upp ímóti níggju milliónum krónum. Og smærri hús, sum krevja ábøtur, verða seld fyri fýra ella fimm milliónir. 

Avlopini í byggivinnuni eru sjeyfaldað seinastu 10 árini, meðan lønarútreiðslurnar bara er trífaldaðar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

19032026_Kari_Petersen

 

Ljóðbrotini í innslagnum eru úr heimildarsendingini 'Undir egið borð', sum verður send eftir Dag og viku í kvøld. 

 

Sendingin kann eisini síggjast her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115