Stríð um ísraelskt lógaruppskot um deyðarevsing

Stríð um ísraelskt lógaruppskot um deyðarevsing
Uppskotið leggur upp til, at fólk, sum verða dømd fyri yvirgang, kunnu fáa deyðarevsing - til dømis at verða hongd.
Lógaruppskotið um deyðarevsing verður væntandi viðgjørt í ísraelska tinginum, Knesset, í dag.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
30.03.2026 - 14:24

Í Ísrael hevur eitt nýtt lógaruppskot um at víðka brúk av deyðarevsing elvt til stórt stríð - bæði í Ísrael og uttanlands.

Seinastu mánaðirnar hava høgravendir politikarar, millum annað Itamar Ben Gvir, borið eina serliga nál, sum er ein lykkja, sum tekin um stuðul til uppskotið, skrivar DR.

Lógaruppskotið verður væntandi viðgjørt í ísraelska tinginum, Knesset, í dag.

Uppskotið leggur upp til, at fólk, sum verða dømd fyri yvirgang, kunnu fáa deyðarevsing - til dømis at verða hongd. 

Atfinningar hava verið móti uppskotinum, tí fleiri halda, at tað í veruleikanum serliga er vent móti palestinum.

 

Kann gera mismun

ES og uttanríkisráðharrarnir í fleiri evropeiskum londum hava víst á, at lógaruppskotið kann gera mismun. Eisini mannarættindafelagsskapir, sum eitt nú Amnesty International, hava funnist hvassliga at uppskotinum og kallað tað rasistiskt og ómenniskjaligt.

Atfinningarnar snúgva seg eisini um rættartrygdina. Sambært miðlum kann deyðarevsing verða dømd við vanligum meiriluta, og í summum førum uttan at ákæruvaldið beinleiðis biður um hana. Eisini kann revsingin verða framd innan 90 dagar, og í summum førum er eingin møguleiki at kæra.

Tey, sum eru fyri uppskotinum, siga hinvegin, at tað er neyðugt. Ein av teimum er politikarin, Limor Son Har-Melech, sum sigur, at tey, ið drepa jødar, tí teir eru jødar, eiga at missa rættin til lívið.

Í dag er deyðarevsing í prinsippinum loyvd í Ísrael, men hon verður nærum ongantíð brúkt. Seinast var í 1962, tá nasisturin, Adolf Eichmann, var avrættaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672